17.08.2009
HF fløguútgávu á torginum í SMS

Fløguútgáva í samband við 100 ára føðingardagin hjá HF í SMS

Nýggj fløga frá Havnar Fimleikafelag er á gáttini. Á fløguni eru trý løg:

1. Eitt bros (Heri Nolsøe)
2. HF er mítt (Heri Nolsøe)
3. HF sangurin (Kári Jacobsen)

Í hesum sambandi fara vit at hava ein bás á torginum í SMS fríggjadagin 21. august, har vit fara at selja fløguna. Somuleiðis fara vit at vísa fram nýggja búnan, bjóða ókeypis kaffi, køkur og sunkist. Eisini fer Rás2 at senda frá tiltakinum - bæði morgunsendingin og seinnapartssendingin eitur "Havnar Fimleikafelag 100 ár"!

Vit vilja ikki avdúka alt, sum skal henda, tí okkurt yvirraskilsi skal eisini verða, men vit kunnu leka tað at Heri Nolsøe signerar fløguna kl. 16.

Tiltakið byrjar kl. 10 og endar kl. 19, og meðan vit tosa um 100 ár, so kostar fløgan 100 kr.

hsj